FYRI TÍGGJUNDU FERÐ
//Tilmelding
Tilmelding til svimjingina á ólavsøku fer fram í seinasta lagi 25. juli við at flyta kr. 200,- á kontu hjá Havnar Svimjifelag 9181-185.110.3. Viðmerk NAVN á svimjara og FØÐIÁR. Vit skulu brúka føðiárið til at bólkabýta úrslitið.
//Kunningarfundur um trygd, atgongumerki og hetta
Í svimjihøllini í Gundadali 27/7 kl. 20.30 verður kunning. Talmerkt hetta og atgongumerki, ið gevur atgongd til kappróðrarøkið, verða latin tilmeldaðum luttakarum. (Um høvuðsinngongdin er stongd, farið so inn gjøgnum síðudyrnar).
//Atgongd til kappróðrarøkið og skiftiumstøður
Atgongumerkið gevur bert atgongd inn á kappróðrarøkið umvegis rundkoyringina við Skansan. Tað eru bara vaktir við hesa inngongd, ið eru vitandi um og taka ímóti okkara atgongumerki.
Til ber at skifta í hølum hjá Skipafelagnum (pakkhús) frá kl. 16.00. Tá ið svimjingin er liðug, sleppa vit at spula draktirnar har. Vaktir vera við hurðina til tiltakið er liðugt, so klæðini eru trygg og vit sleppa altíð inn.
//Kapping
Kappingin er skipað í seks bólkar:
– Kvinnur Opin bólkur
– Kvinnur Masters – kvinnur, sum eru 25 ár og eldri
– Kvinnur Masters – kvinnur, sum eru 50 ár og eldri
– Menn Opin bólkur
– Menn Masters – menn sum eru 25 ár og eldri
– Menn Masters – menn sum eru 50 ár og eldri
Hóast svimjingin verður bólkað sum kapping, so verður dentur lagdur á, at hetta er eitt tiltak fyri øll, ið duga og dáma at svimja – um tað er fyri at kappast ella ei. Høvuðsendamálið er at luttaka, at røkka málinum og fáa eitt gott upplivilsi á sjónum.
//Svimjing
Svomið verður frá rampuni ytst á Molanum og inn í Krókin við Havnarskrivstovuna. Teinurin, ið svomin verður er 400 metrar.
Svimjarar skulu ganga út á endan á Molanum og vera har í seinasta lagi tá ið triðseinasti róður byrjar.
Startað verður í sjónum. Málið er allur tann svarti plastikkfendarin í Krókinum (tann, sum skipini bakka ímóti). Svimjarar skulu allir vera í talmektu hettuni, ið teir hava fingið útflýggjaða. Meira kunning um hetta á kunningarfundinum.
//Trygd og ábyrgd
Lækni, sjúkrasystrar og hjálparfólk eru á landi og í bátum. Tey eru í HS eyðkennisvestum. Bátar tryggja, at óviðkomandi bátar verða hildnir vekk.
Hóast vit seta trygdina í hásæti, so eru viðurskiftir á sjónum, ið vit ikki fáa stýrt, og sum kunnu vera vandamikil. T.d. kemur fyri, at bátar sigla skjótari enn loyvt er og harvið gera stórar aldur. Neyðugt er tí, at hvør einstakur syrgir fyri at hava nóg stóra frástøðu til keiina. Umráðandi er, í heila tikið, at vera umhugsin á sjónum.
GG! HEVUR TÚ TØRV Á HJÁLP, SO SIGNALERAR TÚ HETTA VIÐ AT LEGGJA TEG Á RYGGIN OG VEIPA VIÐ ØRMUNUM!
Tá tú velur at luttaka, so gert tú tað undir egnari ábyrgd. Fært tú skaða í hesum sambandi, so taka vit sostatt ikki ábyrgd av skaðanum.
//Steypa- og heiðursmerkjahandan og annað
Steyp og heiðursmerkir verða handað so skjótt sum úrslitið fyriliggur. Tá verða eisini øl, vatn og okkurt sterkari.
Tíðindaskriv frá Havnar Svimjifelag