Ægir skipaði í dag fyri svimjing um vánna í Klaksvík, sum partur av Sjómannadegnum 2019. Skjótast av øllum var Cecilia Eysturdal, sum vit kenna frá kappsvimjing í svimjihyli og eisini uttanlanda havsvimjing, har hon til dømis hevur vunnið heiðursmerki á Norðurlendsku Meistarastevnuni.
Úrslit
Menn yvir 25 ár
- Jóan Petur Joensen 6 min 21 sek
- Martin Heimistovu 7 min 42 sek
Dreingir undir 25 ár
- Herluf Ingason 9 min 2 sek
Kvinnur yvir 25 ár
- Izabela Ambroziak 6 min 29 sek
Gentur undir 25 ár
- Cecilia W. Eysturdal 3 min 50 sek
- Bjørt A. Sigurðson 3 min 52 sek
- Kristina Hansen 6 min 5 sek