Her eru úrslitini frá svimjistevnuni sum Ægir skipaði fyri í Klaksvíkar Svimjihøll nú leygardagin hin 5. og sunnudagin hin 6. oktober 2019. Úrslitini síggjast eisini her á livetiming.se

Tilsamans vóru tey 89 luttakarar úr 5 feløgum sum svumu 598 ferðir sum einstaklingar og 36 ferðir sum lið í teimum 37 kappingunum, hesar báðar dagarnar í Klaksvík.
Heiðursmerkjabýtið
Felag | Gull | Silvur | Bronsa |
---|---|---|---|
Ægir | 18 | 15 | 9 |
HS | 14 | 15 | 19 |
SuSvim | 5 | 7 | 6 |
FLOT | 0 | 0 | 1 |
FS | 0 | 0 | 0 |
Bestu úrslit
Besta avrik var tá ið Signhild Joensen úr Ægir svam seg til 2.13.36 og 714 FINA stig í 200 metra ryggsvimjing.
Nálir
- Jákup í Jákupsstovu úr FLOT svam seg til talentnál við 1:08.19 í 100 frí
- Birita Vesturtún úr FS svam seg til bronsunál við 3:14.22 í 200 bringu
- Sámal Torkilsson úr FS svam seg til talentnál við 2:26.40 í 200 frí
Kravtíðir
- Alisa Vestergård úr SuSvim svam kravtíð til NJM við 4:33.19 í 400 frí