Signhild 2:17.84 og nr 10 í 200 rygg á World Cup 2019 í Berlin

Signhild Joensen luttók í morgun í 200 metra ryggsvimjing á World Cup stevnuni 2019 í Berlin, og varð har nr 10 við tíðini 2:17.84. Sí úrslitalistan her

Besta tíð hjá Signhildi í ár er 2:17.30 frá HM í Gwangju í summar, og hin besta yvirhøvur hennara føroyska met á 2:14.01 frá Danish Open í 2017. Sí SwimRankings

Tíðin nú rakk til eitt pláss sum næsti eykasvimjari til finaluna seinnapartin, ífall at tvær av teimum skjótaru melda frá.

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.