Føroyska liðsvimjingin í 4×200 frí fyri kvinnur setti í gjárkvøldið flott nýtt føroyskt met, tá ið tær á Norðurlendsku Meistarastevnuni á stuttgeil 2019 í Tórshavn svumu seg til eitt fjórðapláss í tíðini 8:26.81, einans 1,52 sekund aftanfyri bronsutíðina hjá Estlandi á 8:25.29.
Tær sum svumu fyri Føroyar, vóru Vár E. Eidesgaard úr HS, Signhild Joensen og Barbara Debes úr Ægir og Alisa Vestergård úr SuSvim. Gamla metið var 8:29.72 frá NM í Bergen í 2015, og var hetta sostatt ein betring á heili 2,91 sekund.