SSF-kalendarin lagdur fyri svimjiárið 2020-2021

Svimjisamband Føroya hevði í dag sín árliga kalendarafund, har kalendarin fyri svimjiárið 2020-2021 varð avtalaður, tvs. fram til summarferiuna í 2021. Sí ssf.fo/kalendari

Á hesum fundi varð eisini avgjørt at broyta dómarabýtið, so at øll feløg framyvir skulu koma við tveimum dómarum til hvønn stevnupart, tá ið kappast verður í teimum stytru skúlahyljunum; meðan tað ísv stevnur í 25- og 50-metra hyljum nú eru 5 frá Ægir, HS og SuSvim, og 2 frá FS, Reysta og FLOT. SSF syrgir fyri yvirdómarum, meðan fyriskiparin av stevnuni syrgir fyri startara, teldufólk og sprákara.

Eitt annað serligt við hesum fundi, var at vit fingu avtalað tvær felags venjingarlegur í vár, heyst og aftur komandi vár, har tann eina er fyri svimjarar við talent ella bronsunál, og hin fyri tey við silvur ella gullnál. Fyrsta venjingarlega av hesum slag, verður í Klaksvík nú 21. og 22. februar 2020.

Vegna SSF

Rókur

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.