Suðuroyar Svimjifelag skipar nú í vikuskiftinum fyri svimjistevnu í Páls Høll í Vági, sum millum annað verður avgerandi fyri hvør sum verður úttikin til Danish Open 2020 í Taastrup í mars, og til EM á langgeil í Budapest í mai.
Her er luttakaralistin, sum eisini finst her á LiveTiming.se
![](https://i0.wp.com/www.svimjing.com/wp-content/uploads/2017/01/susvim-stevna-1200x800.jpg?resize=660%2C440)
Danish Open 2020 er sum kunnugt danska úttøkustevnan til Olympisku Leikir í Tokyo í summar, og tí alneyðug at luttaka á, um ein sum føroyskur svimjari hevur vónir um at kvalifisera seg til OL. Tí sendir SSF lið hagar, og tí er hendan stevnan í Vági nú tað meira avgerandi.