Sun Yang 8 ára bann fyri doping

Altjóða ítróttardómstólurin CAS hevur júst kunngjørt at Sun Yang nú fær 8 ára bann frá øllum ítrótti, fyri hendingina har hann noktaði at lata seg dopingtesta, og m.a. breyt eina longu givna roynd við hamara.

Lesið t.d. kinesiska Radii (á enskum) og avgerð CAS

Hetta var maksimumstraffurin sum hann her fekk – 2 ferðir 4 ár tí at hann fyrr hevur fingið dopingdóm.

Sun Yang er sera vælkendur svimjari fyri okkum føroyingar, við tað at hann typiskt vann tá ið Pál var í hæddini, til dømis á HM í Shanghai í 2011 har Sun vann gull og Pál varð nr 4.

Sun Yang og Pál Joensen á HM í Shanghai í 2011

Tað sum ger hesa sak enn meira serliga, er at altjóða svimjisambandið FINA hevði fríkent Sun Yang frá upprunaliga dómin sum altjóða antidopingfelagsskapurin WADA hevði givið honum.

Trupulleikin var – sum eg skilji tað – at ikki allir dopingkontrollantarnir kundu vísa eitt ávíst prógv sum fólkini hjá Sun Yang ynskti at síggja, um at tey kundu virka fyri WADA.

Hetta gjørdist tí rættiliga prinsipielt, ein spurningur um hvat sum vigar tyngri, at ikki bara éin men allir dopingkontrollantar hava hetta prógv, ella at ítróttarfólkið altíð skal lata umbidnu dopingroynd.

https://youtu.be/DJ4Nddwmurg

Og sum umboðið fyri WADA orðaði tað í almennu hoyringini, nú CAS skuldi viðgera trætuna millum WADA og FINA vegna Sun Yang, so vildi ein dómur mótvegis Sun Yang krevja maksimum straff, tí at hann ikki bara lat verða við at lata dopingroynd, men enntá saboteraði hana.

Málið er fyri so vítt eisini kontroversielt, tí at vit á HM í Gwangju í fjør vóru vitni til hesa hending, har m.a. avstralski Mack Horton ikki vildi fara á heiðursmerkjapallin saman við Sun Yang.

https://youtu.be/NSthr4wRQSE

Altjóða svimjisambandið koyrdi við ‘business as usual’, meðan flest onnur vóru forargaði um at Sun Yang yvirhøvur slapp at svimja, við vitanini um at hann hevði gjørt hetta við hamaranum.

Har vóru so svimjarar sum valdu at demonstrera, við ikki at vilja standa á heiðursmerkjapallinum saman við Sun Yang. Og í øllum førum til nú hevur støðan verið, at tað vóru teir og ikki Sun Yang sum gjørdu galið.

https://youtu.be/dnFu-AvdTpk

Hin fyrri dopingdómurin var vegna okkurt hjartamedisin sum Sun Yang varð tikin fyri at hava tikið, har fólkini hjá honum ikki høvdu fingið við at tað tá varð bannað. Og sum hann altso sannlíkt hevur tikið leingi.

Ein lang og trupul søga, sum nú altso endaði við at CAS gav honum longst møguliga dopingdóm, ið mest sannlíkt tá eisini endar hansara ítróttarkarrieru.

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.