Úrslit frá SuSvim Open 29. feb. – 1. mar. 2020

Her eru úrslitini frá svimjistevnuni “SuSvim Open” sum Suðuroyar Svimjfelag skipaði fyri í Páls Høll í Vági nú leygardagin 29. februar og sunnudagin 1. mars 2020. Úrslitini síggjast eisini her á livetiming.se

Tilsamans vóru tey 95 íðkarar úr 5 feløgum sum fingu 638 úrslit á hesi stevnu, har besta avrik var tá ið Signhild Joensen (2000) úr Ægir við tíðini 1:04.27 í 100 rygg svam seg til 718 FINA stig.

Vár Erlingsdóttir Eidesgaard (2001) úr Havnar Svimjifelag svam seg eisini upp um 700 FINA stig, tá ið hon í 200 frí svam 2:06.80 í gevur 707 FINA stig.

Hesar tíðir yvir 700 stig eru serliga viðkomandi tí at SSF hevur ásett tað sum krav til úttøku til EM á langgeil sum verður í Budapest í mai mánaða.

Bartal Debes (2002) úr Suðuroyar Svimjifelag legðist afturat hópinum sum hevur kvalifiserað seg til Danish Open nú seinni í mars mánaða, tá ið hann í 50 frí svam 25.48 sum er ájavnt við kravtíðina.

Og ein bronsunál varð handað, tá ið Jákup í Jákupsstovu (2004) úr FLOT í 100 frí svam seg til 1:09.25 og 310 FINA stig.

Annars var stevnan merkt av at Smyril fyri veður broytti sína ferðaætlan, til einans at sigla norður kl 05:00 á morgni sunnudag, so at flestu norðingar rýmdu tá til at náa í skúla og arbeiðis mánamorgun.

Tí manglaði neyðturviliga ein rúgva av svimjarum til stevnupartin sunnudag, so at til dømis reservur máttu finnast til finalurnar sum svimjarar annars høvdu svomið seg til leygardagin.

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.