Lesið her á fina.org – Altjóða svimjisambandi FINA hevur nú sett á stovn ein COVID-19 arbeiðsbólk til sum frægast at verja heilsuna hjá luttakarum á altjóða svimjistevnum, nú corona-sóttin herjar um heimin.
Hesin arbeiðsbólkur hevur fingið til uppgávu at:
- greina hvussu hendan virus spjaðir seg
- spáa um hvussu hetta kann ávirka FINA stevnur
- gera viðmælir til hvussu verjast kann ímóti smittuni
- kunna limalondini um hvussu vit frægast umganga smittuna
- samskipa hetta virksemi við tað hjá IOC Medical Commission
Eitt áhugavert í tíðindastubbanum frá FINA, er at FINA sigur seg ikki vænta broytingar í teimum OL-úttøkuskipanum sum longu eru settar verk, um enn har kann vera onkur ávirkan á tiltøk.
