Altjóða olympiska nevndin IOC hevur í dag havt álinjufund við leiðarar fyri tey altjóða ítróttarsambond sum skulu luttaka á OL í summar, og heldur ikki at tað er orsøk at avlýsa nakað enn.
Tey vísa á at tað enn eru fýra mánaðir til leikirnir skulu byrja, og meta at mongu átøkini runt um í heiminum fara at fáa bukt á hesari koronasóttini áðrenn tá.
Tey biðja tí eisini mongu íðkararnar um at fyrireika seg so væl sum tað nú einaferð ber til, og vísa á at eini 57% longu hava kvalifiserað seg.
Lesið tíðindaskrivið her á olympic.org.