Evropeiska svimjisambandið LEN skrivar nú í kunning til sínar limir, at tey hava avgjørt at útseta ella avlýsa allar sínar stevnur og øll síni tiltøk fram til einaferð fyrst í juli 2020.
Tey nevna beinleiðis EM 2020 í Budapest, EM fyri masters, LEN kongressina, øll EJM og allar LEN CUP-stevnur í vatnpolo.
Harvið er tí einki av tí altjóða virksemi longur á skrá hjá Svimjisambandi Føroya, sum var ætlað nú fram til og við summarferiuna, uttan kanska NMU í Kaunas í Litava í juli.

