Kinesiska svimjisambandið sendi í gjár eina fráboðan út um at Sun Yang er koyrdur av kinesiska landsliðnum vegna sín dopingdóm, aftaná at tað mikudagin frættist at tey høvdu bjóðað honum á 3-mánaða landsliðslegu. Lesið t.d. China Daily og South China Morning Post.
Tað er væl hugsandi at orsøkin til hesa umstoyting av fyrru innbjóðing, var at tíðindamiðilin Swimming World hevði meldað hesa ætlan til altjóða antidopingfelagsskapin WADA, nú tað sum kunnugt ikki er loyvt at íðka ítrótt sum sigur seg fylgja WADA, um ein hevur dopingbann.
Beijing Youth Daily confirm that Sun Yang is still in China’s Olympic swimming squad for delayed Tokyo 2020. Document shows he is in the Zhejiang swimmers called up for national team training from April to June. pic.twitter.com/LU1IZsDqPD
— Jonathan White (@jmawhite) April 23, 2020
Sambært kinesiska svimjisambandinum so broytir tað ikki uppá hansara útilokilsi frá ítrótti, at hann er í ferð við at kæra avgerðina til sveisiskan dómstól sum kærudómstólurin CAS annars hevði tikið, at hann skuldi bannast í 8 ár fyri afturvendandi doping og oyðilegging av dopingtest.