Evropeiska svimjisambandið LEN fráboðaði í dag sínum limalondum, at EJM 2020 nú er endaliga avlýst, sum tey annars høvdu vónað at kunna flyta frá juli til í september mánaða.
NMU 2020 hongur eisini í klønum tráði, nú litavar hava fráboðað at tey allarhelst ikki fáa hýst stevnuna, vegna strong koronatilmæli og -krøv ísv ferðing og hýsing av almennum og altjóða tiltøkum.
LEN skrivaði hartil í sínum at tey enn vóna at kunna finna eina loysn ísv EM á langgeil 2020, sum tey tó siga sera ósannlíkt kann verða í Budapest sum nú útsett til í august 2020.
Tey siga at tað er meira sannlíkt at hendan stevna verður útsett enn meira, og at meira verður at frætta nú rættiliga skjótt.