Altjóða svimjisambandið FINA hevur dagført sína kravtíðarskipan til Olympisku Leikir 2020 í Tokyo í 2021, sum skilst serliga so at kravtíðarskeiðið hjá einstaklingum nú er frá hin 1. mars í 2019 til hin 27. juni í 2021, og kravtíðarskeiðið hjá liðsvimjingum (stafettum) nú er frá hin 1. mars í 2019 til hin 31. mars í 2021.


Kravtíðirnar skulu klárast á serliga útvaldum stevnum; men er øll hendan kravtíðarskipanin eitt sindur óviðkomandi fyri okkum føroyingar, av tí at tað enn eru danir sum seta treytirnar fyri eisini føroyskari luttøku á Olympisku Leikum, íroknað hvørjar stevnur sum kravtíðirnar kunnu klárast á. Til nú í 2020 vóru donsku úttøkustevnurnar Danish Open og Swim Open Stockholm, ið sum kunnugt báðar vórðu avlýstar vegna koronafarsóttina.