Italski Gregorio Paltrinieri setti í gjár stórt nýtt evropeiskt met í 1500 metra frísvimjing á langgeil, tá ið hann á Sette Colli stevnuni í Rom svam teinin uppá 14:33.10. Hann átti sjálvur metið á 14:34.04, frá EM á langgeil í mai 2016, og er hetta næstskjótasta tíð nakrantíð í heiminum, har kinesiski Sun Yang eigur heimsmetið á 14:31.02 frá OL í London í 2012.
Fyrradagin setti Benedetta Pilato juniorheimsmet á hesi somu stevnu, við tíðini 29.85 í 50 bringu á langgeil, har litaviska Ruta Meilutyte á HM fyri juniorar í 2013 svam 29.86 sekund. Pilato betraði her eisini um italska metið hjá sær á 29.98 frá HM í Gwangju í fjør summar. Amerikanska Lilly King eigur heimsmetið á 29.40 frá HM á langgeil í 2017.
Hendan stevnan nú í Rom varð sum skilst fyriskipað sambært øllum koronaforskriftum, við tómum áskoðarasetrum og dómarum í maskum, umframt við øllum øðrum í maskum eisini tá ið hetta bar til, so sum á heiðursmerkjaskamlunum.