Eitt rættarmál byrjaði nú týsdagin ímóti tveimum monnum sum eru ákærdir fyri dráp í apríl og juni 2019, umframt fyri tjóvari, eldáseting og ósømiliga atferð við líki. Rætturin hevur kravt navnaforboð í sakini; men Ekstra Bladet veit so at siga, at annar er ein 35-ára gamalur fyrrverandi úrvalssvimjari av Sælandi sum hevur verið til ‘ungdóms-OL’ í svimjing, og sum hartil hevur sitið ein dóm á fimm ár meðan hann enn var í tjúgunum.
Í báðum førum vóru teir dripnu eldri menn sum búðu fyri seg sjálvan á Sælandi, og í báðum førum var talan um ógvusligan harðskap og eldáseting av viðkomandi húsi aftaná drápið. Hin fyrri varð onkunsvegna sligin á hálsin til deyðis, ella møguliga enntá traðkaður í hel, og síðani søktur í eitt vatn við at fylla grót í klæðir hansara, umframt at stinga hol á búkin so at hann verri skuldi kunna flotna uppaftur. Hin seinni varð skorðin á háls umframt tíggju ferðir stungin í ryggin, fyri síðani at verða brendur inni har í húsi sínum.
Løgreglan fann fram til hesar ákærdu umvegis nakrar hýtupakkar sum tey funnu uttanfyri hjá tí fyrra dripna, sum høvdu spor av DNA frá tí 35-ára gamla. Tey hava funnið ymiskt mistonkiligt hjá hesum báðum ákærdu, so sum eina avsagaða byrsu ið tann 35-ára gamli viðgongur seg at eiga, ein springknív sum hin viðgongur seg at eiga, umframt onnur vápn so sum svørð, knúgvajørn og kastiøksir.
Teir eru eisini ákærdir fyri aðrar brotsgerðir, so sum at eiga hesi ólógligu vápn, og í tveimum øðrum førum at hava fyrst roynt at gera eitt heimarán sum teir uppgóvu, tí at onnur fólk vísti seg at vera í húsinum, umframt eitt rán við harðskapi til at fáa pengar aftur í onkrum felagsskapi. Teir hava sitið í fongsli síðani einaferð í juli 2019.
Nú báðir fyrst hava verið avhoyrdir í fjør av løgregluni, fyri síðani nú í vikuni at hava latið sínar frágreiðingar í rættinum, so er tað serliga hin maðurin sum er 43 ár sum er opinskáraður, við fyrst í avhoyringum í fjør at viðganga at hava dripið báðar teir dripnu, fyri síðani seint í august at broyta frágreiðing til at tað var hin 35-ára gamli sum drap, og so nú í gjár at siga at tað var ein triði maður sum drap.
Tað hoyrir við til søguna, at báðir mennirnir sigast at hava sera tungar sálafrøðiligar diagnosur. Tann 43-ára gamli verður sagdur at vera so mikið skizofren, at hann kann ikki sita í vanligum fongsli, og fortelur nú í rættinum um hvussu teir báðir hava verið seksuelt misbrúktir sum barn, og um hvussu hetta nú í báðum førum var talan um atgerð ímóti pedofilum. Hann sigur seg nú vera óskyldugan, har hasin triði nú var tann sum drap í báðum førum, men eisini at hann í fyrra førinum var við tá ið drápið gekk fyri seg.
Hann vil ikki avdúka hvør ið hesin triði maðurin er, tí at hann skal vera sera óbehagiligur. Og hin 35-ára gamli enn enn onkunsvegna uppíblandaður, tí at teir lándu bilin hjá honum, umframt at ein annar bilur hjá honum varð sæddur tætt við hjá tí seinna dripna tá ið tað drápið fór fram.
Ongar ábendingar eru annars um at teir báðu dripnu hava verið pedofilir, út yvir ákærurnar frá hasum 43-ára gamla.
Veruliga ungdoms-OL byrjaði ikki fyrr enn í 2010, og talan er tí heldur um evropeisku útgávuna European Youth Olympic Festival (EYOF), sum tey í donsku svimjingini eisini til tíðir hava kallað fyri ‘ungdoms-OL’.
Dómur fellur væntandi hin 9. september.