Tórshavnar Býráð samtykt útbjóðing av langhylinum í Havn

Verkætlanin viðvíkjandi útbygging av verandi svimjihøll í Gundadali við nýggjari svimjihøll við langhyli, terapihyli, dampsauna, uttandura hitapotti v.m., er nú liðugt prosjekterað. Eitt høvuðsprosjekt fyriliggur og er klárt at bjóða út. Verkætlanin hevur fingið byggiloyvi.

Talan er um útbjóðing í høvuðsarbeiðstøku og skotið verður upp at bjóða fimm feløgum at luttaka í innbodnari lisitasjón.

Á eykabýráðsfundi í kvøld varð mælt býráðnum til at heimila umsitingini at bjóða verkætlanina út í høvuðsarbeiðstøku, og at heimila umsitingini at samráðast við bíligasta tilboðsgevara um sáttmála at leggja fyri nevnd og býráð, umframt at heimila umsitingini at gera avtalu við ráðgeva um at hava byggileiðsluna um hendi.

Útbjóðingin varð samtykt í kvøld. Sambært tíðarætlanini verður svimjihylurin boðin út nú, samráðingar um sáttmála skulu verða lidnar ultimo oktober, og tá skal spakin eisini setast í. Byggingin skal so eftir ætlan verða liðug ársskiftið 2022/2023.

torshavn.fo

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.