Koronatilmæli SSF eru nú reglur

Starvsnevnd SSF samtykti á starvsnevndarfundi hin 27. august at vilja gera okkara koronatilmæli til koronareglur, soleiðis at eingin ivi skal vera um, at vit innan føroyska svimjing sjálvsagt royna at halda almennu tilmælini. 

Photo by Jele boscan from PxHere

Sum sersamband hava vit ábyrgd at royna at tryggja okkara limum og øðrum eitt so sunt og trygt umhvørvi sum gjørligt, allastaðni har okkara myndugleiki røkkur, umframt at virða tey krøv og ynski sum hægri myndugleikar koma við.

Éitt er, at SSF sum FINA-umboðið í Føroyum hevur skyldu at hava eftirlit við øllum svimjistevnum her heima, til at kunna trygga at tær eru FINA-góðkendar – og at vit tískil eiga at tryggja okkara dómarum og eftirlitsfólkum at kunna gera hetta uttan vanda fyri lív og heilsu.

Men hartil hava vit eina sjálvsagda uppgávu sum heild, at royna at forða fyri møguligari koronasmittu vegna tær stevnur og tað virksemi annars, sum vit skipa fyri í føroyskari svimjing.  

Høvuðskrøvini eru neyðturviliga eitt sindur flótandi, við tað at fyrsta áseting bæði í sambandi við  venjing og kapping sigur, at “Vit fylgja øllum almennum tilmælum, sí https://corona.fo/tilmaeli“. Til dømis vil kravið um flest loyvdu fólk tí broytast, líka so skjótt sum almenna tilmælið broytist.

Har eru so aðrar ásetingar afturat, sum feløgini eru biðin um at koma við broytingaruppskotum til, ífall at tær eru óhepnar. Í so fall taka vit tað upp fyrst innanhýsis, og síðani við koronaráðgevingina, eins og vit longu hava gjørt nakrar ferðir.

Annars eru reglurnar tær somu, sum tey tilmæli vit ásettu hin 14. mai í sambandi við venjing og hin 16. juni í sambandi við kapping, at fylgja bæði í venjing og kapping hjá sjálvum svimjisambandinum, umframt hjá okkara svimjifeløgum.

Galdandi koronareglur SSF eru at finna her á heimasíðu SSF:

Vegna starvsnevnd SSF

Rókur

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.