Tað er alt ov stórur munur á svimjiførleikanum hjá næmingum í fimtaflokki, alt eftir hvar ið tey búgva í landinum – frá at 78.1% klára norðurlendska kravið í Norðuroyggjum, til at bara 31.2% klára hetta sama í Suðurstreymoy
Svimjisamband Føroya gjørdi í februar 2018 eina spurnarkanning millum allar næmingar í fimta flokki í føroyska fólkaskúlanum, til at kanna svimjiførleikan hjá hesum.
Hesin partur er hin sætti og fyribils síðsti í eini røð, sum fer at umfata í øllum førum:
- Fyrst framløga av kanningini í 2018 sum hon er
- Samanbering við somu kanning í 2011
- Samanbering við tilsvarandi kanningar í Noregi
- Samanbering við Gallup Føroyar kanning eisini í 2018
- Greining av svimjiførleikanum í mun til onnur viðurskifti
- At enda hendan samanbering millum økir í Føroyum
Inngangur
Ein onnur uppløgd greining er at samanbera millum økir í Føroyum, til at síggja um munir eru ímillum hesi.
Okkurt bendir jú longu á hetta – frá fyrru greining av svimjiførleika í mun til onnur viðurskifti – við tað at so stórur munur er á svimjiførleikanum, alt eftir hvar ið tú gongur í skúla, og hvar ið tú býrt í landinum.
Spurningar 16, 19 og 20 eru ikki tiknir við her, av tí at tað er so trupult at vísa skilagott á ritmynd.
1. Kyn
“1. Ert tú …”
2. Aldur
“2. Hvussu gamal/gomul ert tú?”
3. Floksstødd
“3. Hvussu nógvir næmingar eru í tínum flokki?”
5. Føðistaður
“5. Hvar ert tú fødd/-ur?”
5b. Føðistaður – Bólkaður
“5. Hvar ert tú fødd/-ur?” – Her bólkað í Føroyar, Danmark, aðrastaðni og ‘Eg veit ikki / x’
6. Føðistaður hjá foreldrunum
“6. Hvar eru foreldrini hjá tær fødd?”
6b. Føðistaður hjá foreldrunum – Bólkaður
“6. Hvar eru foreldrini hjá tær fødd?” – Her bólkað í Føroyar (bæði), Føroyar (annað) og uttanlanda
7. Svimjing í skúlanum?
“7. Hevur tú havt svimjing í skúlanum í ár?”
8. Nøgd av (skúla)svimjing
“8. Hvussu nógvar tímar hevur tú í svimjing um mánaðin (umleið í miðal yvir árið)?”
9. Nøgdsemi við nøgdini av skúlasvimjing
“9. Heldur tú, at tú svimur ov lítið, ov nógv ella er tað hóskandi (í skúlanum)”
10. Svimjiførleiki
“10. Hvat er á leið tað longsta strekkið, sum tú hevur svomið, uttan at steðga á, og við ongari flótihjálp ella amboðum sum t.d. fitjum?”
11. Flótiførleiki
“11. Kanst tú flóta við ongari hjálp?”
12. Svimjing uttanfyri skúlan
“12. Ert tú limur í einum svimjifelag, ella gongur tú onkursvegna til svimjing uttanfyri skúlan?”
12b. Svimjing uttanfyri skúlan – Samantalt
Samanteljing av spurningi 12, til at finna tey sum siga seg ganga til svimjing í frítíðini
13. Svimjimerki
“13. Hevur tú tikið svimjimerki?”
14. Nærleiki til svimjihyl
“14. Er ein svimjihylur nær við skúlan ella nær við, har sum tú býrt?”
15. Svimjing í frítíðini
“15. Hvussu ofta hevur tú verið í svimjihyli í frítíðini í ár?”
17. Áskoðan um svimjing
“17a. Eg haldi at tað er ræðandi at vera í djúpa partinum av hylinum”
“17b. Tað er sum oftast stuttligt at vera í hylinum”
“17c. Tað er ikki so stuttligt at hava høvdið undir vatninum”
“17d. Eg brúki altíð flótihjálp, tá ið eg eri í hylinum”
“17e. Tað er lætt at kava frá kantinum við høvdinum fyrst”
“17f. Eg kenni meg vanliga trygga/-n í hylinum”
“17g. Svimjing er stuttligt”
“17h. Vanliga eri eg kaldur/køld í svimjihylinum”
“17i. Eg gleði meg sum oftast til svimjitímarnar í skúlanum”
“17j. Mær dámar ikki, tá ið vit hava svimjing í skúlanum”
“17k. Tað er lætt at kava”
“17l. Eg hevði viljað, at vit høvdu fleiri svimjitímar í skúlanum”
18. Svimjialdur
“18. Nær lærdi tú at svimja?”
Svimjarar sambært allýsing NSF
Samanteljing av spurningi 10, til at finna tey sum siga seg klára at svimja 200m ella longri
Næmingar sum klára éina longd á stuttgeil
Samanteljing av spurningi 10, til at finna tey sum siga seg klára at svimja 25m ella longri
Næmingar sum klára at flóta
Samanteljing av spurningi 11, til at finna tey sum siga seg klára at flóta
Samandráttur av samanberingini millum økir í Føroyum
Svimjiførleiki
Størstu munir í svimjiførleika (200m og 25m) eru millum Norðuroyggjar og Suðurstreymoy:
- 46.9%: í Norðuroyggjum siga 78.1% seg klára 200m, í Suðurstreymoy 31.2%, meðal er 43.3%
- 37.5%: í Norðuroyggjum siga 87.5% seg klára 25m, í Suðurstreymoy 50.0%, meðal er 61.6%
Størstu munir í flótiførleika eru millum Norðuroyggjar og Norðurstreymoy:
7.2%: í Norðuroyggjum siga 96.9% seg kunna flóta, í Norðurstreymoy 89.7%, meðal er 92.3%
Merkisvert er, at Norðuroyggjar eisini hava flest børn sum beinleiðis siga seg ikki duga at svimja
4.7%: í Norðuroyggjum siga 4.7% hetta, í Norðurstreymoy, Sandoy og Skúvoy eingi, meðal er 2.3%
Týðandi tættir
Her samanbera vit Norðuroyggjar og Suðurstreymoy, tí at har er størstu munir á svimjiførleika:
- 70.2%: í Norðuroyggjum ganga 81.3% til svimjing í frítíðini (íroknað svimjifelag), í Suðurstr. 11.1%
- 65.3%: í Norðuroyggjum ganga 73.4% til svimjing í frítíðini (ikki íroknað svimjifelag), í Suðurstr. 8.1%
- 60.7%: í Norðuroyggjum ganga 18.8% ikki til svimjing í frítíðini, í Suðurstreymoy 79.5%
- 57.6%: í Norðuroyggjum hava 87.5% havt 4t/mánaðin av skúlasvimjing, í Suðurstreymoy 29.9%
- 50.9%: í Norðuroyggjum ganga 85.9% í flokkum á 20-24 næmingar, í Suðurstreymoy 35.0%
- 46.9%: í Norðuroyggjum klára 78.1% at svimja 200m, í Suðurstreymoy 31.2%
- 37.5%: í Norðuroyggjum klára 87.5% at svimja 25m, í Suðurstreymoy 50.0%
- 34.8%: í Norðuroyggjum vita 10.9% ikki hvussu langt tey klára at svimja, í Suðurstreymoy 45.7%
- 24.8%: í Norðuroyggjum ganga 0% í flokkum á 15-19 næmingar, í Suðurstreymoy 24.8%
- 24.1%: í Norðuroyggjum hava 84.4% svimjihyl nær við skúla ella bústað, í Suðurstreymoy 60.3%
- 19.7%: í Norðuroyggjum hava 0% havt 1t/mánaðin av skúlasvimjing, í Suðurstreymoy 19.7%
- 19.7%: í Norðuroyggjum eru 90.6% vanliga ikki køld í hylinum, í Suðurstreymoy 70.9%**
- 18.0%: í Norðuroyggjum hava 14.1% ikki svimjihyl nær við skúla ella bústað, í Suðurstreymoy 32.1%
- 17.3%: í Norðuroyggjum gleða 79.7% seg sum oftast til skúlasvimjing, í Suðurstreymoy 62.4%
- 16.9%: í Norðuroyggjum ynskja 70.3% sær meira skúlasvimjing, í Suðurstreymoy 53.4%
- 16.6%: í Norðuroyggjum eru 7.8% vanliga køld í hylinum, í Suðurstreymoy 24.4%**
- 16.5%: í Norðuroyggjum hava 10.9% havt 2t/mánaðin av skúlasvimjing, í Suðurstreymoy 27.4%
- 15.1%: í Norðuroyggjum dáma 81.3% at hava svimjing í skúlanum, í Suðurstreymoy 66.2%
- 15.1%: í Norðuroyggjum ynskja 28.1% sær ikki meira skúlasvimjing, í Suðurstreymoy 43.2%
- 15.0%: í Norðuroyggjum ganga 0% í flokkum á 30+næmingar, í Suðurstreymoy 15.0%
- 15.0%: í Norðuroyggjum gleða 18.8% seg ikki sum oftast til skúlasvimjing, í Suðurstreymoy 33.8%
- 14.7%: í Norðuroyggjum hava 25.0% tikið svimjimerki, í Suðurstreymoy 10.3%
- 14.1%: í Norðuroyggjum trívast 18.8% ikki við at hava høvdið undir, í Suðurstreymoy 32.9%
- 12.8%: í Norðuroyggjum vita 4.7% ikki um nøgdin av skúlasvimjing er hóskandi, í Suðurstr. 17.5%
- 12.5%: í Norðuroyggjum halda 57.8% at nøgdin av skúlasvimjing er hóskandi, í wSuðurstr. 45.3%
- 12.3%: í Norðuroyggjum trívast 78.1% við at hava høvdið undir, í Suðurstreymoy 65.8%
- 12.3%: í Norðuroyggjum dáma 17.2% ikki at hava svimjing í skúlanum, í Suðurstreymoy 29.5%
- 11.9%: í Norðuroyggjum vita 7.8% ikki um tey hava tikið svimjimerki, í Suðurstreymoy 19.7%
- 11.3%: í Norðuroyggjum hava 84.4% foreldrini fødd í Føroyum, í Suðurstreymoy 73.1%
- 11.0%: í Norðuroyggjum vita 12.5% ikki hvussu ofta tey hava svomið í frítíðini, í Suðurstr. 23.5%
- 9.5%: í Norðuroyggjum ganga 1.6% í flokkum á 25-29 næmingar, í Suðurstreymoy 11.1%*
- 9.5%: í Norðuroyggjum hava 98.4% havt skúlasvimjing í árinum, í Suðurstreymoy 88.9%
- 9.4%: í Norðuroyggjum vita 0% ikki um tey ganga til svimjing í frítíðini, í Suðurstreymoy 9.4%
- 8.7%: í Norðuroyggjum eru 1.6% sum ikki hava havt skúlasvimjing í árinum, í Suðurstreymoy 10.3%
- 8.4%: í Norðuroyggjum hava 12.5% eitt foreldur føtt uttanlanda, í Suðurstreymoy 20.9%
- 7.9%: í Norðuroyggjum ganga 10.9% í flokkum á 1-5 næmingar, í Suðurstreymoy 3.0%
- 7.8%: í Norðuroyggjum hava 62.5% tað lætt við at kava frá kantinum av, í Suðurstreymoy 54.7%
- 7.2%: í Norðuroyggjum halda 37.5% at nøgdin av skúlasvimjing er ov lítið, í Suðurstreymoy 30.3%
- 6.8%: í Norðuroyggjum halda 0% at nøgdin av skúlasvimjing er ov nógv, í Suðurstreymoy 6.8%
- 6.7%: í Norðuroyggjum kenna 96.9% seg vanliga trygg í hylinum, í Suðurstreymoy 90.2%
- 6.7%: í Norðuroyggjum siga 7.8% seg hava lært at svimja í 1. flokki, í Suðurstreymoy 14.5%
- 6.4%: í Norðuroyggjum halda 0% havt 5-7t/mánaðin av skúlasvimjing í Suðurstreymoy 6.4%
- 6.4%: í Norðuroyggjum hava 35.6% tað ikki lætt við at kava frá kantinum av, í Suðurstr. 42.3%
- 6.3%: í Norðuroyggjum eru 87.5% fødd í Føroyum, í Suðurstreymoy 81.2%
- 6.1%: í Norðuroyggjum vita 1.6% ikki um tey hava svimjihyl nær við skúla ella bústað, í Sstr. 7.7%
- 6.0%: í Norðuroyggjum ganga 0% í flokkum á 6-9 næmingar, í Suðurstreymoy 6.0%
- 5.9%: í Norðuroyggjum kunnu 96.6% flóta, í Suðurstreymoy 91.0%
- 5.9%: í Norðuroyggjum siga 3.1% seg hava lært at svimja í 2. flokki, í Suðurstreymoy 9.0%
- 5.7%: í Norðuroyggjum siga 7.8% seg hava lært at svimja í 4. flokki, í Suðurstreymoy 2.1%
- 5.2%: í Norðuroyggjum kenna 1.6% seg ikki vanliga trygg í hylinum, í Suðurstreymoy 6.8%
- 5.2%: í Norðuroyggjum siga 57.8% seg hava at lært at svimja áðrenn skúlagongd, í Suðurstr. 52.6%
- 5.1%: í Norðuroyggjum eru 9.4% fødd í Danmark, í Suðurstreymoy 14.5%
- 5.1%: í Norðuroyggjum hava 14.1% verið 5-9 um árið og svomið í frítíðini, í Suðurstreymoy 9.0%
*Her hevur éin næmingur í Norðuroyggjum sagt seg ganga í flokki á 25-29 næmingar, hóast allir hinir næmingar á sama skúla hava sagt seg ganga í flokki á 20-24 næmingar. Viðkomandi skúli hevði tá 56 næmingar í viðkomandi flokkum, sum er tveir á 28 næmingar í meðal.
**Her má nevnast, at 25m-hylurin í Klaksvík oftari er kaldari enn tann í Havn, í øllum førum sambært fatanini hjá kappsvimjarum.
Fyribils niðurstøða
Aftur rættiliga greiðar og logiskar ábendingar, har ein hin greiðasta er at fimtafloksnæmingar í Norðuroyggjum ganga væl meira til svimjing í frítíðini, enn alla aðra staðni í Føroyum.
Næmingarnir í Norðuroyggjum halda tað vera stutt til svimjihylin, umframt at tey kenna seg trygg og eru ikki køld.
Tey hava lætt við at kava av kanti og niður í hylin, og hava oftari tikið svimjimerki enn tilsvarandi næmingar í til dømis Suðurstreymoy.
Og so kenna tey síni evni – bæði um tey duga at svimja og flóta, ella um tey ikki duga at svimja og flóta. Her eru eingi sum svara, at tey ikki vita, sum annars er vanligt aðrastaðni.
Tað er eisini sera áhugavert at síggja, at meira krevur meira. At næmingarnir í Norðuroyggjum ynskja sær meira svimjing, hóast tey sum heild eru frægast til hetta í Føroyum.
Fyribils liðugt
Hetta var sætti og fyribils síðsti partur í eini røð, sum fer at umfata í øllum førum:
- Fyrst framløga av kanningini í 2018 sum hon er
- Samanbering við somu kanning í 2011
- Samanbering við tilsvarandi kanningar í Noregi
- Samanbering við Gallup Føroyar kanning eisini í 2018
- Greining av svimjiførleikanum í mun til onnur viðurskifti
- At enda hendan samanbering millum økir í Føroyum
Um onkur nú saknar okkurt slag av greining ella samanbering, so sigið endiliga frá til mín á rokur [kurla] ssf.fo
Eitt sum vit longu hava biðið um, eru feskastu tøl frá hinum norðurlondunum, so at vit kunnu samanbera við tey eisini.
Hartil hevði tað sjálvsagt verið áhugavert at kanna nærri, júst hví at tað stendur so væl til í serliga Norðuroyggjum og Norðurstreymoy, í mun til aðrastaðni í Føroyum.
Um nú tað skuldi verið hagfrøðingar ið høvdu hug at hyggja nærri at kanningini, so eru tey sjálvsagt meira enn vælkomin. Vit hava alt tilfarið bæði teldutøkt og á pappír.
Og so er tað hatta við at kanska hyggja eftir 25m heldur enn 200m – tað krevur bara enn meira tíð, og fer allarhelst at vísa umleið somu rák sum 200m.
Samanumtøka
Nú vit hava hugt at hesum mongu viðurskiftum, í mun til líknandi kanningar, yvir tíð og í mun til ymisk viðurskifti í sjálvari kanningini, so er enn rættiliga trupult at staðfesta, júst hvørji viðurskifti sum eru avgerandi fyri svimjiførleikan hjá hesum atspurdu næmingum.
Eitt sum tó tykist púra greitt, er at væl færri føroyskir fimtafloksnæmingar í 2018 vistu seg kunna klára tað sum Norðurlond hava definerað sum svimjiførleiki, enn tilsvarandi norskir næmingar í 2013 – eisini hóast væl færri av hesum norsku høvdu svimjing í skúlanum ella á annan hátt.
Og tá má nevnast aftur her, at tey í Noregi ikki eru stolt av sínum úrslitum.
Orsakirnar kunnu vera nógvar og ymiskar, sum lýst í hesi kanning umframt væl møguligt av heilt øðrum ávum. Men, tað eigur at bera til at hjálpa teimum veikaru á veg, nú ein skúli hevði heili 87.5% av sínum næmingum sum søgdu seg at klára kravið á 200 metrar, meðan fleiri aðrir høvdu ongan.
Ein tanki sum er nærliggjandi, er at vit mugu onkunsvegna hjálpa foreldrum at kunna læra síni børn at svimja, og tað væl at merkja undir tryggum umstøðum, nú tey eru so nógv av teimum sum duga, sum siga at tað vóru foreldrini sum lærdu seg.
Niðurløga
Vegna Svimjisamband Føroya vil eg takka tykkum mongu sum hava hjálpt okkum við at fáa hesa kanning í lag og avgreidda, við vón um at vit kunnu endurtaka hana eina aðru ferð.
Takk til Mentamálaráðið og skúlararnar fyri loyvi og gott viðspæl, takk til Dátueftirlitið fyri góð ráð, og takk til hesar mongu næmingar fyri at vera so hugagóðir at svara uppá okkara spurningar.
Her er sikkurt nógv sum kundi verið gjørt betri í okkara enda – men hetta var so tað, so frægt sum vit dugdu, og finst rátilfarið her enn ífall at tørvur er á at eftirkanna.
Hagfrøðiliga burdi tilfarið verið í lagi, við tað at tey vóru so nógv í hesum árgangi sum svaraðu, soleiðis at vit kunnu reypa okkum av eini luttøku á yvir 90%.
Men, feilir kunnu koma fyri, serliga í samandráttunum, har parturin um ‘týðandi tættir’ er tastaður avlisin og inntastaður manuelt. Vit hava roynt at kanna sum frægast, men okkurt er sikkurt allíkavæl.
Nú vóna vit at kunna sleppa ígongd við eini tilsvarandi kanning, kanska longu í februar 2021, so at vit kunnu fáa eina enn betri mynd av svimjiførleikanum hjá føroyskum skúlabørnum.
Tá fer vónandi at ganga skjótari við at greina og leggja fram, nú ein greining sum hendan ‘liggur í fingrunum’.
við svimjikvøðu,
vegna Svimjisamband Føroya
Rókur í Jákupsstovu, formaður
3 thoughts on “Svimjiførleikakanningin 2018 – Samanbering millum økir í Føroyum”