Altjóða kalendarin er tíverri eftirhondini ein fløkja, vegna hesar mongu avlýsingar og útsetingar nú meðan koronasóttin herjar.
Eg gjørdi mær hetta viðfesta yvirlitið, at hava við mær í “3-2”-stovuna mánakvøldið, nú KVF ynsktu at práta um útsettu Oyggjaleikir.
Kanska enn eitt sindur fløkjasligt … men tað við feitum bókstavum er enn á skrá, meðan hitt er avlýst ella útsett til seinni.
Viðvíkjandi tí norðurlendska, so eru vit nú mest sannlíkt har, hvar alt í 2020 er útsett til í 2021, at allarhelst og vónandi hava tá umleið somu tíð á sama stað.
Her er sami listi sum í hasum viðfesta:
Altjóða svimjistevnur, svimjiárið 2020-2021
- 4-5 desember 2020: NM/NJM í Upplands Väsby (mest sannlíkt avlýst)
- 15-20 desember 2020: HM á stuttgeil í Abu Dhabi (útsett til 13-18 desember 2021)
- 22-24 januar 2021: Reykjavík International Games (um ikki avlýst)
- 10-14 apríl 2021: OL-úttøkustevnan Danish Open (mátti avlýsast í 2020)
- 10-23 mai 2021: EM á langgeil í Budapest (uppr 11-24 mai 2020, síðani 17-30 august)
- 31 mai – 5 juni 2021: Small States í Andorra (avlýst, Andorra bíðar nú til í 2025)
- 3-9 juli 2021: Oyggjaleikir á Guernsey (verður nú í øllum førum ikki í 2021)
- 6-11 juli 2021: EJM, ikki staðsett enn (avlýst í 2020)
- 16 juli – 1 august 2021: HM á langgeil í Fukuoka (nú útsett til 13-29 mai 2022)
- 25-31 juli 2021: EYOF í Banská Bystrica í Slovakia (flutt til 24-30 juli 2022)
- 23 juli – 8 august 2021: OL í Tokyo (skuldi upprunaliga vera 24 juli – 9 august 2020)
Hartil NMU typiskt fyrsta vikuskifti í juli (avlýst í 2020, skuldi tá vera í Litava)
- 2-7 november 2021: EM á stuttgeil í Kazan (fyrr enn ætlað vegna HMS nú í desember)
Svimjisambandið roynir sjálvsagt at finna hóskandi avbjóðingar til okkara svimjarar, so vítt sum tað letur seg gera í hesi truplu tíð.
Við svimjikvøðu
Rókur