Norska svimjisambandið kunngjørdi í gjár, at tey í samráð við myndugleikarnar hava avgjørt at avlýsa norsku meistarastevnuna á stuttgeil, sum skuldi verða í Kjølnesbadet í Porsgrunn hin 12. til 15. november 2020. Hetta vegna støðuna við korona í landinum.
![](https://i0.wp.com/www.svimjing.com/wp-content/uploads/2020/11/porsgrunn-600x450.jpg?resize=600%2C450)
Tað vil siga, at av í øllum førum fýra norðurlendskum meistarastevnum sum upprunaliga skuldu verða hetta vikuskiftið, er bara okkara í Føroyum eftir, nú eisini sviar máttu avlýsa, og íslendingar máttu útseta til í desember.
Finnar, danir og estar vóna enn at kunna hava sína í desember, meðan tey í Lettlandi avgreiða sína meistarastevnu á stuttgeil um summarið, og í Litava hava valt sína meistarastevnu á stuttgeil frá, fyri heldur at fáa avgreitt sína meistarastevnu á langgeil nú í desember.