Alex di Giorgio fekk 8 mánaðar bann

Italski Alex di Giorgio fekk í gjár 8 mánaðar bann fyri doping við steroidu-líknandi evninum Enobosarm (Ostarine), sum hann varð testaður positivt fyri á italskari landsliðslegu í Livigno hin 13. september í fjør. Bannið er galdandi frá 8. oktober í 2020, til hin 7. juni í 2021. Lesið her á ANSA

Vit føroyingar kenna Di Giorgio serliga sum argasti kappingarneyti hjá Páli Joensen á Evropeisku JuniorMeistarastevnuni í Beograd í 2008, í kritisku fyrstu kappingini, 400 metra frísvimjing. Pál vann sum kunnugt hesa kapping, umframt eftirfylgjandi eisini 1500 frí og 800 frí, meðan di Giorgio vann silvur har í 400 frí umframt bronsu í 200 frí. Báðir luttóku á OL í 2012 og 2016, di Giorgio fyri Italia í 4×200 frí.

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.