Suðuroyar Svimjifelag skipar sum kunnugt fyri SuSvim Open í Páls Høll í Vági, nú í vikuskiftinum hin 6. og 7. februar. Vit ætla okkum at royna at stroyma frá stevnuni, sum í so fall sæst á YouTube-rásini hjá Svimjisambandi Føroya.
Skráin sæst her í innbjóðingini. Kappast verður:
- Leygarmorgun frá kl 10:30
- Leygardag frá kl 17:00
- Sunnudag frá kl 13:00
(Gev gætur, útsett nakað leygarmorgun og -dag, í mun til innbjóðingina, so at til ber at ferðast suður leygarmorgun)
![](https://i0.wp.com/www.svimjing.com/wp-content/uploads/2021/02/pals-holl-stroyming.jpg?resize=600%2C400&ssl=1)