body of water across bridge during nighttime

OL-kravtíðirnar skulu nú klárast innan ávíst tíðarskeið, heldur enn á útvaldum stevnum

Hetta veit Politiken at siga – Upprunaliga skuldu donsku (og tí eisini føroysku) kravtíðirnar til OL í Tokyo 2020 klárast á annaðhvørt Danish Open í mars 2020 ella á Swim Open Stockholm í apríl 2020; men nú OL varð útsett til í 2021, so verður úttøkuskipanin broytt til heldur at brúka eitt kravtíðarskeið frá 1. februar til og við EM í Budapest sum endar hin 23. mai.

body of water across bridge during nighttime
Photo by Aleksandar Pasaric on Pexels.com

Avbjóðingin er sjálvsagt støðan við korona, har danir longu í januar vóru noyddir at útseta Danish Open 2021 í eina viku, og har sviar eisini í januar vóru noyddir at avmarka Swim Open Stockholm 2021 til 350 longu úttiknar svimjarar. Við møguleika fyri at báðar hesar stevnur kunnu órógvast enn meira, alt eftir hvussu gongst við koronafarsóttini.

Kravtíðirnar skulu vælsagtans enn klárast á stevnum sum eru serliga góðkendar av FINA sum úttøkustevnur til OL í Tokyo, sí listarnar her. Innan kravtíðarskeiðið eru stevnur so sum Danish Open, Swim Open Stockholm, Bergen Swim Festival, Edinburgh International Swim Meet og Íslendska Meistarastevnan á langgeil, bara fyri at nevna nakrar her nærhendis.

Skipanin við kravtíðarstevnum er alt annað líka ein fyrimunur fyri okkum føroyingar, við tað at vit tá ikki eru noydd at skula møta á teimum stevnum sum eru útvaldar av dønum, til at royna eftir OL-kravtíð, við teimum eyka avbjóðingum sum nú eru vegna korona.

Í prinsippinum kunnu vit eisini sjálvi skipa fyri eini sovorðnari stevnu, um bara FINA nú vil góðkenna eina stevnu hjá okkum innan kravtíðarskeiðið sum úttøkustevnu eisini til OL 2021. Størsta avbjóðing her er, at offisiella umsóknarfreistin var hin 31. desember; men vit royna so allíkavæl.

Altjóða svimjisambandið FINA hevur góðkent bæði FM á langgeil 2019 og FM á langgeil 2020 sum úttøkustevnur til OL í Tokyo, nú í 2021, sum víst á offisiellu listunum. Faktiskt var FM á langgeil 2020 hin einasta góðkenda OL-úttøkustevnan í danska ríkisfelagsskapinum í 2020; men kann tó ikki brúkast av okkum sjálvum sum úttøkustevna til OL, fyrst tí at danir ikki hava góðkent hesa stevnu sum úttøkustevnu til OL, og næst tí at hon nú er væl uttanfyri teirra ásetta kravtíðarskeið.

Sum heild er støðan heldur trilvandi og óvirðilig, at vit føroyingar mugu royna at bara fylgja væl við hjá Dansk Svømmeunion og í donskum miðlum, til at vita hvørji krøvini eru til Olympisku Leikir, og hvar vit skulu møta til at royna eftir hesum.

Upprunaliga samtykti Dansk Idrætsforbund í 2010 eitt “Model for DIF’s virke som Olympisk Komite også for Færøerne og Grønland”, ið millum annað segði at ÍSF og GIF skuldu vera hoyringspartar ísv úttøkukrøv til OL, har føroyskir ella grønlendskir íðkarar vóru møguligir luttakarar. Men, tann myndilin má so annaðhvørt hava verið strikaður ella bara ignoreraður, tí longu ísv OL í 2016 vórðu í øllum førum vit í svimjingini ikki longur hoyrd ella kunnaði, áðrenn kravtíðirnar vóru ásettar.

Undirritaði skrivaði longu í mars 2020 vegna starvsnevnd SSF til Dansk Olympisk Komite, at biðja tey minnast til eisini føroysku svimjarar, og til okkara avbjóðingar í koronatíð. Hetta í sambandi við, at tey skuldu gera nýggja kravtíðarskipan, av tí at úttøkustevnurnar báðar, Danish Open og Swim Open Stockholm, tá vóru avlýstar. Vit í SSF høvdu sum skjótt uppskot, at føroysku svimjararnir skuldu kunna fáa undantaksloyvi, til at royna eftir kravtíð á FM á langgeil 2020.

Vit fingu eitt pent aftursvar beinanvegin, og frættu so einki aftur, fyrr enn eg spurdi aftur í desember 2020, um hvussu varð. Tá høvdu tey gloymt okkum, við umbering at støðan varð so serlig vegna korona.

Danska Svimjisambandið bíðar enn offisielt eftir boðum frá Dansk Idrætsforbund og FINA, áðrenn tey kunnu almannakunngera úttøkuskipanina til OL í Tokyo í summar. Men, tað man vera rættiliga vist, nú bæði ítróttarstjórin Lars Green Bach og landsliðsvenjarin Stefan Hansen vátta og fegnast um skipanina við kravtíðarskeiði, í greinini hjá Politiken.

Tey hava eftir øllum at døma eisini fingið stáplað saman eina eyka úttøkustevnu til hetta nú longu hin 5. – 7. mars, sum tó ikki enn stendur sum góðkend OL-úttøkustevna á listunum hjá FINA. Innbjóðingin sæst her, sum hevur sera harðar kravtíðir, væl harðari enn til dømis tær vanligu (hørðu) til Danish Open.

Viðvíkjandi Danish Open, sum vanliga er mest týdningarmikla OL-úttøkustevna hjá dønum, so eru útlitini enn rættilig ógreið. Sambært stevnulýsingini á svømmetider.dk, so vita tey enn ikki hvar hendan stevna verður, umframt at har heldur ófrættakent sendur, at “afvikling af dette nationale event sker under forudsætning af, at afviklingen kan ske inden for gældende Covid-19-restriktioner og rent sportsligt giver mening.”

Vit í Svimjisambandinum royna sjálvsagt tað vit kunnu, at tryggja at føroysku svimjararnir skulu fáa so virðilig kor sum gjørligt, til at kunna royna eftir kravtíðum til Olympisku Leikir. Tað er bara ikki so lætt, tá ið hesar verða ásettar av øðrum, og vit mestsum skulu lesa um tær í bløðunum.

Við svimjikvøðu

Rókur

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.