Danska svimjisambandið skipar hin 5. til 7. mars 2021 fyri OL-úttøkustevnu í Vejle, fyri teimum svimjarum sum eru nærmast donsku kravtíðunum til OL í Tokyo í summar.
Kravtíðirnar eru so mikið ógvusliga harðar til hesa úttøkustevnu, at tey yvirhøvur eru bara millum 1 og 8 sum eru tilmeldaði í hvørjari grein – harav føroyska Signhild Joensen úr Ægir er styrkismett sum nr 6 í 50 og 100 rygg, og nr 3 í 200 rygg.
Sí startlistan her umframt tíðindi her á SwimNews.dk