Altjóða svimjisambandið FINA hevur nú góðkent svimjistevnuna “SuSvim Open Apríl 2021” sum offisiella úttøkustevnu til OL í Tokyo 2021, ið er stevna sum Suðuroyar Svimjifelag skipar fyri í Páls Høll í Vági hin 10. og 11. apríl 2021. Harvið kunnu føroyskir svimjarar vónandi og fyri fyrstu ferð nakrantíð royna eftir OL-úttøku her heima í Føroyum, nú danska úttøkuskipanin er broytt frá at kravtíðirnar skulu klárast á ávísum stevnum, til heldur at skula klárast innanfyri eitt kravtíðarskeið.
Hetta er arbeiði sum byrjaði líka so skjótt sum vit frættu um ætlaðu broyting hjá dønum, at nú brúka eitt kravtíðarskeið frá 1. februar til 23. mai 2021, heldur enn hina skipanina har kravtíðirnar skuldu klárast á annaðhvørt Danish Open ella Swim Open Stockholm.
Mest upplagda stevna var SuSvim Open sum longu stóð í kalendaranum til hin 10. og 11. apríl 2021, og vóru suðuroyingar og neyðugi altjóða yvirdómari tíbetur skjót at siga ja til uppgávuna, so at vit kundu framleiða neyðuga tilfar til at kunna søkja um loyvi frá FINA, til at eisini hendan stevna kundi góðkennast sum úttøkustevnu til OL, eins og FM á langgeil í 2019 og 2020.
Tað er jú netupp so, at FINA nú fleiri ferðir hevur góðkent svimjistevnur í Vági sum úttøkustevnu til OL, uttan at føroyingar fyri tað hava kunnað brúkt tað til nakað. Hetta tí at danir áleggja eyka krøv omaná krøvini frá FINA, um at harðari kravtíðir skulu klárast á ávísum stevnum, og annað.
Dansk Olympisk Komite er kunnað um hesa spildurnýggju støðu, og vóna vit sjálvsagt at eisini tey góðtaka hendan møguleika, til í øllum førum føroyingar at kunna royna eftir OL-úttøku í Føroyum.
Ein góður dagur fyri føroyska svimjing 🙂
Við svimjikvøðu
Rókur