Skjótt um SuSvim-stevnuna 6. mars 2021 nú koronutilmælini vórðu linkað

Góðu tit øll,

Fólk spyrja, um nøkur broyting verður við skipanini av SuSvim-stevnuni í morgin, leygardagin hin 6. mars 2021, eftirsum at koronutilmælini nú loyva upp til 200 fólkum at savnast í skipaðum bólkum.

Hetta eftirsum at SuSvim fyrradagin vísti á avbjóðingina, at skipa stevnuna sambært galdandi tilmælum, nú tey vóru heili 115 sum høvdu meldað til kapping. Við áheitan um at tey sum skulu luttaka í seinna partinum, bíða til tey fyrstu eru liðug.

Eg havi tosað við fyriskipararnar í Suðuroy, og skilji at tey ynskja at halda fast við hesi somu skipan, eisini hóast at tilmælini nú eru linkað.

Størsta – og heldur óvanliga – avbjóðing er nú, at har eru ikki tann vanliga langsíðan til áskoðarar, nú børnini fara at svimja breiddir heldur enn longdir. Tvs. at møguligir áskoðarar mugu halda seg til balkongina, ið sum kunnugt hevur avmarkað pláss.

Annars er støðan hjá SSF sum lýst í koronareglum okkara, at vit halda okkum til almennu tilmælini. Har stendur sum so einki um áskoðarar, út yvir at vit fylgja almennu tilmælunum; og vit kunnu tí vera upp til 200 samlaði í senn, í tann mun sum har er pláss.

Vegna SSF

Rókur

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.