Út yvir at nú vera FINA- og DOK/DIF-góðkend úttøkustevna til Olympisku Leikir í summar, so er svimjistevnan “SuSvim Open Apríl 2021” nú eisini góðkend av FINA sum úttøkustevna til HM (á langgeil) í Fukuoka í mai 2022, umframt til HM á stuttgeil í Abu Dhabi í desember 2021. Umframt at 11. apríl er síðsti dagur at royna eftir úttøku til EM í Budapest í mai.
Tað liggur tí í kortunum, at hetta kann gerast ein verulig úttøkustevna, har serliga okkara allarbestu svimjarar fara at royna eftir úttøku, umframt kanska onkur útlendingur.
Svimjisambandið hevur ikki enn tikið nakra formliga støðu til, hvussu verður við kravtíðum til Fukuoka í 2022, ella fyri tann skyld til Abu Dhabi í desember. Vit plaga ikki at góðtaka kravtíðir frá stuttgeil til langgeil og øvut – men nú vit allíkavæl skuldu søkja uppá stevnuna, so søktu vit bara uppá alt tað heila, so at møguleikin var har 🙂
Vegna SSF
Rókur