Her eru úrslitini frá svimjistevnuni sum svimjifeløgini FLOT, Reysti og Fuglafjarðar Svimjifelag skipaðu fyri í Klaksvíkar Svimjihøll í dag, leygardagin hin 20. mars 2021.
Hetta var kapping fyri okkara yngstu aldursbólkar, sum hesi eysturoyarfeløgini í felag skipaðu fyri í Klaksvík, tí at tað í hesi koronatið ikki ber so væl til at hava tilsvarandi kapping í skúlahyljum.
Gevið gætur, at einans kappingarnar yvir 50 og 100 metrar eru at rokna sum offisiellar kappingar sambært FINA-reglunum, meðan tær yvir 25 metrar vóru óoffisellar stuttleikakappingar. Somuleiðis vóru liðsvimjingarnar ‘bara’ óoffisiell stuttleikakapping, har svimjararnir vórðu bólkaðir uppá tvørs av feløgunum.
Tilsamans vóru tey heili 152 sum vóru tilmeldaði til hesa stevnu, og varð hon eisini skipað í bólkum sum máttu avgreiðast hvør sær, til at verja ímóti at ov nógv vóru í høllini í senn.