Limalondini í Nordic Swimming Federation eru nú í ferð við at formliga avtala dagfestingarnar fyri NMU, NOM og NM/NJM 2021, sum í løtuni standa til at skula verða:
- NMU í Litava hin 10. og 11. juli 2021
- NOM í Íslandi hin 8. til 10. oktober 2021
- NM/NJM í Svøríki hin 3. til 5. desember 2021
Hesir upplýsingar eru tí settir inn í offisiella kalendaran hjá Svimjisambandi Føroya, at tillaga um neyðugt.
NMU er Norðurlendska Meistarastevnan fyri Ung, NOM er Nordic Open Masters (Norðurlendska Meistarstevnan fyri Masters), og NM/NJM er Norðurlendska Meistarastevnan / Norðurlendska JuniorMeistarastevnan.