Eru reglurnar í svimjing ov strangar til børn?

Eitt áhugavert kjak er nú í Svøríki, um tað er neyðugt at hava líka strangar kappingarreglur til børn sum vaksin, tá ið tað kemur til svimjiteknikk og -klæðir.

Mynd úr SVT-sendingini “Så lever jag – Max”

Viðvíkjandi teknikkinum, so sendi svimjifelagið Spårvägen Sim fyri einum ári síðani inn eitt uppskot til svenska svimjisambandið, at linka um kappsvimjireglurnar til børn og ung, og nú eru tey í øllum førum Umeå simförenings afturat sum ynskja hetta broytt.

Og viðvíkjandi klæðum, so er kjakið ísv 12-ára gamla Max sum er fødd genta men nú sigur seg vera drongur, og sum tó ikki sleppur at kappast í svimjibuksum.

Her svarar aðalskrivarin hjá svenska svimjisambandinum, at gentur kunnu velja at kappast í svimjibuksum (?), men at dreingir ikki kunnu venja at kappast í svimjidrakt.

Tó so at bæði hjá gentum og dreingjum er ein onnur regla galdandi, at klæðini mugu vera ‘hóskandi’, sum so aftur er upp til hvussu kappingarleiðarin (og/ella yvirdómarin?) velja at tulka tað.

Her er grein og brot úr SVT-sendingini “Så lever jag – Max”, um hendan svimjaran sum kann venja sum drongur men skal kappast sum genta.

Her í Føroyum er kjakið um hørðu svimjireglurnar bestemt ikki ókent, men hevur hug at stinga seg upp aftur so hvørt sum nýggj fólk koma til. Eitt sum hjálpir okkum nakað, er hetta nýggja hugtakið við ‘stuttleikakappingum’, sum hóast avbjóðingar her fyrst hava tann fyrimun, at vit tá ikki skulu halda okkum til FINA-reglurnar.

Viðkomandi greinar og videobrot á svt.se:

Barn diskas för felaktig klädsel på simtävlingar – bedöms på samma sätt som seniorer

Simförbundet: ”Tävlar du som tjej kan du välja att ha badbyxor”

12-åriga Max tvingas tävla i baddräkt

Så lever jag – Max

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.