Eitt rættiliga vanligt í kappsvimjing er, at um tveir svimjarar fáa somu tíð sum røkkur til síðsta pláss í finalu, so fáa teir møguleika at royna umaftur. Tað sum tó ikki hendir ofta, er at teir tá aftur fáa somu tíð í umsvimjingini … og tí mugu royna eina ferð afturat.
Hetta hendi fyri hesar báðar 14-ára-gomlu avstraliarnar Joshua Kerr og Koby Hall, í 50 frí á “2020-21 NSW Senior State Age Championships” í desember.
Fyrst svumu teir báðir 25.77 í innleiðandi, sum rakk til 10. og síðsta pláss í finaluni. Síðani svimu teir báðir 25.52 í umsvimjingini, og at enda svam so annar 25.32 og hin 25.49, áðrenn tann skjótari so við 25.76 svam seg til 10. pláss í finaluni.
Hetta er so mikið óvanligt, at eg fór at leita eftir offisiella úrslitalistanum, til vónandi at umganga at hetta er ein aprílsøga 🙂