Her er tilmeldingarskjalið í sambandi við FINA dómaraskeiðið á netinum in 7. til 9. mai 2021, sum SSF og FINA skipa fyri undir leiðslu av altjóða yvirdómaranum Jens-Christian Iversen.
Sí viðfestu skrá, vit vóna at síggja millum 20 og 30 av okkara trúføstu dómarum á hesum skeiði, sum ikki vóru á tilsvarandi skeiði í 2019.
SSF og FINA bjóða skeiðið fyri einki, á netinum vegna støðuna við korona, men um tað ber til tó við møguleika at skeiðsluttakararnir sita saman t.d. í hølunum hjá Runavíkar kommunu í Saltangará.
Skrá í pdf-sniði: FINA-Swimming-Clinics-for-Officials-FAR-2021.pdf