LEN hevur nú alment kunngjørt, at ætlaða EM fyri Masters er avlýst, sum annars skuldi vera í forleingilsi av EM nú í mai mánaða. Avlýsingin er vegna støðuna við korona, har tey umhugsaðu eisini at útseta hetta EM fyri masters til í august mánaða, men so endaðu við at velja hin møguleikan, sum var at avlýsa hesa stevnu.

Tað sum ger EM fyri Masters enn meira avbjóðandi enn t.d. vanliga EM, er at tað til EM fyri Masters eru vanliga nógv fleiri luttakarar, sum enntá í stóran mun koma til sum einstaklingar, heldur enn sum partur av einum størri liði. Ungarsku fyriskipararnir mettu tað ómøguligt at skipa hetta korona-trygt, og varð tað tí avlýst.
EM í svimjing er tó enn á skránni, at verða í Budapest hin 10. til 23. mai 2021.