Tekniski fundurin er avgreiddur, har síðstu frámeldingar kundu gerast, og luttakaralistin er tí almannakunngjørdur her á úrslitasíðuni hjá stevnuni, har vit millum annað síggja føroysku Signhild Joensen tilmeldaða í 50, 100 og 200 rygg.
Úrslitini fara at kunna síggjast har á úrslitasíðuni, umframt at LEN nú hevur almannakunngjørt eitt nýtt app til fartelefonir við Android ella iOS, so at lættari verður at fylgja við eisini haðani.
Signhild og ferðaleiðari Rannvá Sigfríðsdóttir komu fram til Budapest í gjár, og eru tí nú í hesi ‘boblu’ á góð 3000 koronatestaði fólk í Budapest, sum eru avmarkaði til hotel og svimjihyl við avbera strangum koronareglum.
Eitt serligt við hesari stevnu, er tann metstóra rúgvan av luttakarum, sum kemst sikkurt serliga av at so lítið hevur verið tøkt av altjóða stevnum, hetta farna árið; umframt sjálvsagt, at tað nærkast til síðstu freist at klára kravtíð til OL í summar.
Sum skilst, so fara tey at stroyma frá øllum kappingum eisini nú í kappsvimjingini í svimjihyli, har evropeiska svimjisambandið LEN nú í samstarvi við Eurosport hevur almannakunngjørt eina nýggja netrás kallað “All Aquatics“.