Signhild 29.89 í 50 rygg á EM 2021

Signhild Joensen royndi seg nú fyri løtu síðani í 50 metra ryggsvimjing á Evropameistarastevnuni 2021 í Budapest, og svam tá 29.89. Hetta er hennara 9. besta tíð nakrantíð, har hin besta er føroyska metið hjá henni á 29.54 frá EM í Glasgow í 2018. Sí úrslitalistan her

Signhild Joensen uttanfyri Duna Arena í Budapest. Hörður J. Oddfríðarson eigur myndina

Tíðin hjá Signhild rakk til eitt 43. pláss millum tær 54 luttakandi, har hon áðrenn stevnuna var styrkismett til eitt 42. pláss, við tíðini 29.64 frá OL-stevnuni í Vejle í mars mánaða. Men, hetta er vanliga ikki sterkasta grein hjá Signhild, og nú eru vit so í øllum førum í gongd! 🙂

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.