Kliment Kolesnikov svam í gjár skjótari enn evropeiska metið í 100 metra ryggsvimjing á langgeil, tá ið hann sum fyrsti svimjari í 4×100 blandað fyri mix lið svam teinin uppá 52.09 sekund, har evropametið hjá franska Camille Lacourt frá EM í Budapest í 2010 er 52.11.
Men, tað telur ikki sum evropamet, tí at hetta ‘mix’ er kapping har bæði menn og kvinnur luttaka í senn, har altjóða svimjireglurnar ikki enn loyva at fyrsti svimjari kann seta met.
Ein góð uppreisn hjá unga russaranum, sum fyrradagin ikki kláraði at kvalifisera seg til finaluna í hesum somu 100 rygg, tí at hann tíggju minuttir áðrenn hesa hálvfinalu hevði sett stevnumet í 100 frí.
Sunnudagin er aftur kapping í 4×100 blandað, tá fyri menn og kvinnur hvør sær. Tað skuldi verið løgið um Kolesnikov ikki roynir aftur har.
Lesið um 11. dagin á EM her á heimasíðuni hjá LEN
Photo courtesy of Deepbluemedia/Insidefoto