Aðalfundur í FINA

Í morgin er aðalfundur í altjóða svimjisambandinum FINA, har er eisini umboð úr Føroyum er til staðar. Á skránni er serliga val av nýggjum forseta og starvsnevnd, har Dr. Julio C. Maglione úr Uruguay leggur frá sær eftir 12 ár sum forseti fyri FINA.

Aðalfundurin er skipaður soleiðis at tað ber til at luttaka við at møta upp, ella við at vera við á netinum. Tað fall soleiðis út, at eini 119 limalond eru til staðar, meðan eini 102 fara at luttaka heiman í frá, harav okkurt land ger bæði. Lesið her á heimasíðu FINAó.

Úr Norðanlondum eru vit í øllum førum, Svøríki, Finnland, Estland og Føroyar, sum eru umboðaði á staðnum, við einum ella tveimum umboðum í part. Eg meini at í øllum førum Danmark, Noregi og Ísland verða verandi heima, og veit ikki beint nú um Lettland og Litava.

Aðalfundurin er í Doha í Qatar, við strongum koronareglum. Tað kravdi eina serliga innbjóðing frá myndugleikunum, til at sleppa higar; vit skuldu aktivera okkurt serligt app soleiðis at myndugleikarnir vit hvar vit eru, og vit eru í serligari ‘boblu’, stongd vekk frá restini av Qatar.

Beint nú eri eg í sóttarhald á kamarinum, til tær báðar PCR-testirnar sum tey tóku seint gjáranáttina, vónandi eru negativar. Men tað er OK umstøður – matur kemur á kamarið, og útsiktin er ikki at forakta. Øll verða testað, og tað kravdi eisini PCR-test at sleppa í flúgvaran higar.

Annars trist at hoyra hvussu støðan er versnað í Føroyum, við korona. Frætti fyrst um tað, tá ið eg var komin á kamarið í nátt, so eg dugi enn illa at siga, um hvussu verður við Atlantic Open, næsta vikuskifti. Sjálvur missi eg vælsagtans í øllum førum fyrsta dag, vegna sóttarhald.

Vinarliga

Rókur

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.