Altjóða svimjisambandið FINA hevði nú leygardagin hin 5. juni sín árliga aðalfund, har skráin í ár beyð uppá serliga val av nýggjum FINA forseta við starvsnevnd, fyri næstu 4 árini. Nýggi forsetin lovar munandi broytingar innan FINA, við meira stuðul til limalond og íðkarar, meðan FINA sjálvt skal spara.
Nýggi forsetin varð ikki óvæntað Husain al Musallam úr Kuwait, sum síðani 2017 hevur verið fyrsti-varaforseti, og sum nú stillaði upp uttan mótvalevni, tá ið Dr. Julio Maglione fór frá aftaná 12 ár í forseta-sessinum. Har var sostatt einki kampval, og eiheldur um starvsnevndarsessirnar, uttan í einum føri har trý umboð vóru til tveir sessir at umboða Evropa.
Skipanin í FINA er tann, at bróðurparturin av starvsnevndini eru fólk sum longu eru vald fyri sín heimspart, har tað síðani er nøkur eykaumboð afturat sum allur heimurin velur. Í ár vóru eykaumboðini fyri hvønn heimspart ikki fleiri enn at tey komu inn uttan kampval, uttan fyri Evropa, har umboðini vóru trý til tvey pláss.
Útyvir at velja forseta og starvsnevnd, var eisini val av grannskoðara á skránni, umframt tað vanliga við at hoyra og góðkenna ársfrágreiðing og -roknskap, og at viðgera og samtykkja innkomin uppskot til reglubroytingar.
Sum heild var alt avgjørt við yvirbevísandi meiraluta – men av tí at ávísar avbjóðingar høvdu verið við tøknini nú og tá, var ein eyka atkvøðugreiðsla skotin inn til síðst, at atkvøða um vit góðkendu øll tey val og tær samtyktir sum longu vóru avgreidd, sum tá aftur varð gjørt við heilt stórum meiriluta.
Tað var nevniliga so, at gott helvtin av okkum var til staðar í høllini, meðan restin var við yvir netið. Allar atkvøðurnar fóru fram umvegis eina og somu skipan á netinum, har tað opinbart riggaði útmerkað hjá teimum sum sótu heima, meðan vit gott 100 í høllini høvdu trupulleikar við at logga á, umframt at verða blakað av.
Men tølini vóru altso hvørja ferð so mikið yvirbevísandi til eina síðu, at tað ikki hevði gjørt mun um øll høvdu atkvøtt ímóti, sum her og har høvdu trupulleikar. Tí atkvøddi eg eisini sjálvur fyri at góðkenna úrslitið, hóast eg sjálvur í einum føri ikki náddi at atkvøða, tí at skipanin hevði blakað meg av. Meini tað var um góðkenning av budgettinum.
Tá ið sjálvur aðalfundurin var av, hevði nýggja starvsnevnd FINA ein stuttan fund, har tey avgjørdu nakrar innanhýsis postar, umframt at samtykkja nøkur uppskot sum nýggi forsetin kom við – so sum at seta eina nevnd til at hava umsjón við eini ætlaðari endurnýgging av FINA, og at samtykkja væl størri pengapremiur til íðkarar.
Eisini góðkendu tey setanini av nýggjum aðalstjóra fyri FINA, sum vísti seg at vera ein ungur og framfýsin løgfrøðingur úr Buffalo í USA, sum áðrenn hetta hevur verið høgtstandandi starvsfólk hjá altjóða ítróttardómstólinum CAS.
Hesin fyrsti starvsnevndarfundurin vardi góðan hálvan tíma, áðrenn nývaldi FINA-forsetin kundi halda sína takkartalu, íroknað at greiða frá hesum ymiska sum júst var samtykt at skula henda. Og fyri at siga tað akkurát sum tað er, so var tað nakað av eini brandtalu, væl stuðlað av eftirfylgjandi talu frá eisini nýggja aðalstjóranum.
Nýggi FINA-forsetin tosar gott enskt, og greiddi væl frá sínum tankum og ætlanum, sum yvirhøvur ljóðaðu til at vera til tað betra, fyri okkum limalond og íðkararnar. Sovorðið sum betri og fleiri stuðulsskipanir, umframt størri pengapremiur til íðkarar, har pengarnir skuldu finnast við at trimma sjálvt FINA.
Av sparingum nevndi forsetin kanska eitt sindur súmbólskt og til at vera fyrimynd, at stuðulin til starvsnevndarlimir fyri FINA-ferðadagar nú verður skorin niður í helvt, og at hann sjálvur hvørki fór at taka ímóti løn ella samsýning. Umframt at tey framyvir fara at leita sær serfrøði sum tey vita er í limalondunum, heldur enn at dúva uppá dýrar konsulentar.
Ymisku vatnítróttirnir skulu javnstillast, tá ið tað kemur til pengapremiur, har tey nú á stutta starvsnevndarfundinum høvdu samtykt at hækka pengapremiurnar við 2,4 milliónir dollarar, eg meini tað var fyri bara í ár.
Eitt annað sum fylti nógv hjá honum, var at tað skal eingin diskriminatión vera í FINA. Har var ein listi við hesum ymiska sum folk kunnu diskriminerast við – eg eri eingin serfrøðingur, men festi meg við at eitt var ‘ability’ (førleiki), meðan seksuel orientering ikki stóð á listanum. Kanska eitt forgloymilsi, ella partur av ‘gender’ (?)
Men altso, sum heild ein sera jalig tala, við lyftum sum hóast tey tyktust ambitiøs og munadygg, ikki virkaðu sum órealistiskt. FINA var rættiliga væl fyri áðrenn korona rakti, men misti heilt nógvar pengar vegna korona nú í 2020, nú skulu vit bara sleppa í gongd aftur, áðrenn tað fær alt ov álvarsligar fíggjarligar fylgjur.
Aftaná aðalfundin var veitsludøgverði, við góðum mati og práti millum mongu luttakararnar, har tað fyri mín part var mest við hinar uppmøttu norðurlendingarnar, umframt uppmøttu evropeisku umboðini í sjálvum FINA. Stemningurin var sum heild góður, sjálvt hjá honum sum var fallin sum evropeiskt umboð í FINA.
Klokkan gjørdist tó ikki nógv, tí tey flestu skuldu ferðast í leypi av náttini, sum fyri mín part var við uppmøting í bussinum kl 04:30.
Við svimjikvøðu
Rókur
PS. Inside the Games hevur eina fína gjøgnumgongd av takkartaluni her