Nýkosni FINA-forsetin undirskrivaði í dag avtalu um bygging av svimjihyli í Butan, og um samstarv til at fáa í lag ein menningardepil í Suðurafrika. Hetta sum liður í ætlanini hjá nýggja forsetanum, at styrkja um menningarpartin av virkseminum hjá FINA, og at stuðla serliga teimum sum hava tørv á tí.
FINA skrivar at svimjihylurin í Butan verður hin fyrsti nakrantíð í landinum, sum tá má vera soleiðis til rættiliga svimjing, við tað at finnast hyljar í hotellum og líknandi. Hann verður bygdur í høvuðsstaðnum Thimpu, sum liggur í 2400m hædd, á markinum til Himalaia. Har stendur einki um hvussu stórur hylurin er.