So er tað skjótt eisini NMU 2021

Nú fríggjamorgunin fer føroyska NMU-landsliðið úr Vágum umvegis Keypmannahavn og Palanga til Klaipeda í Litava, har Norðurlendska Meistarastevnan fyri Ung 2021 verður fyriskipað leygardag og sunnudag.

Jóhanna, Kristian Martin og Lea í Klaksvíkar Svimjihøll í dag

Tær báðar sum luttaka fyri Føroyar, eru Lea Osberg Højsted úr Ægir og Jóhanna Ólavsdóttir úr Fuglafjarðar Svimjifelag, og afturat teimum eru so nýggi landsliðsvenjarin Kristian Martin Joensen, umframt ferðaleiðarar Astrid Joensen og Danny Osberg Højsted.

Jóhanna og Lea luttaka í hesum kappingum:

startlistarnar her, har eisini úrslitini fara at kunna síggjast

Ætlanin er sum skilst at stroyma frá hesi stevnu, á YouTube-rásini hjá litaviska svimjisambandinum.

Litava er nú grønt ferðaøki sambært donsku ferðaleiðbeiningunum, sum millum annað merkir at har eru linari krøv til koronatest ísv ferð millum londini bæði, og at har eru linari krøv til eisini at skula ganga í masku osfr.

Men, norðurlondini hava avtalað sínamillum, at hildið verður fast um strangari koronareglur, so at til dømis øll eru testað sum møta á stevnuni, og at tiltakið annars verður skipað sum í ‘boblu’, við krøvum um at ganga í masku o.t.

Vit ynskja føroyska NMU-landsliðnum góða eydnu við ferðini til Klaipeda.

Vegna Svimjisamband Føroya

Rókur

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.