Okkara ungu svimjarar hava verið raskir aftur í dag, nú fyrst JuniorMeistarastevnan varð avgreidd fyrrapartin, samstundis sum øll svumu um at koma í FM-finalurnar seinnapartin, ið so aftur vórðu avgreiddar út á kvøldið. Nógvar góðar tíðir, og góður innsatsur frá øllum sum vóru til staðar, her suðuri í Páls Høll í Vági.
Tað er ringt at taka nakað framum, men stuttligt at síggja til dømis Ægir seta trý met í leypi av tveimum riðlum, og at síggja SuSvim til nú taka alt í bringusvimjing fyri menn. At síggja fuglfjarðadamurnar taka heiðursmerki í heilum, enntá fleiri av teimum hóast tær svimja í vanligari svimjidrakt, og at síggja dystirnar í 4×200 frí, har tað gekk aftur og fram, til Ægir tók tað hjá kvinnum, og HS tað hjá monnum.
Éin dagur er eftir, sum byrjar rættiliga tíðliga, og sum má avgreiðast rættiliga skjótt, so at fólk náa norður við Smyrli aftur í annaðkvøld.
Vit gleða okkum