Nú síggjast úrslitini frá FM/JM/Føroyaleikum 2021 endiliga her á SwimRankings, sum ger tað lættari at síggja millum annað, hvussu tað gekst hjá hesum ymisku svimjarunum og feløgunum á Føroyameistarastevnuni og JuniorMeistarastevnuni 2021.
Hetta var jú eitt óvanliga langt svimjiár, við síðstu meistarastevnu eitt fitt petti inni í juli mánaða; og vit vóru tí í øllum førum nøkur sum bíðaðu í spenningini, til at síggja um úrslitini tá sum heild vórðu betri ella verri.
Og tíbetur sær tað heilt ókey út, hjá teimum sum møttu á stevnuni:
- Ægir – 12 svimjarar luttóku, 10 betraðu seg í onkrum (83,3%)
- HS – 18 svimjarar luttóku, 14 betraðu seg í onkrum* (77,7%)
- SuSvim – 15 svimjarar luttóku, 9 betraðu seg í onkrum (60%)
- FS – 6 svimjarar luttóku, 5 betraðu seg í onkrum (83,3%)
- FLOT – 4 svimjarar luttóku, 3 betraðu seg í onkrum (75%)
- Reysti – 1 svimjari luttók, hevði onga langgeilatíð áðrenn
- Tilsamans – 55 svimjarar luttóku, 41 betraðu seg í onkrum (74,5%)
* 1 svimjari hjá HS hevði onga langgeilatíð áðrenn
Her hyggja vit at úrslitum sum geva FINA-stig, men ikki at eini ‘flúgvandi tíð’, hjá til dømis triðja svimjara í liðsvimjing.
Um vit skulu tora at taka nøkur fram úr rúgvuni, so eru tað kanska hesir tríggir, ið betraðu seg í øllum tí sum teir luttóku í, í teimum greinum sum sambært SwimRankings geva FINA-stig
- Líggjas Joensen (2008), Ægir – 18 luttøkur
- Ari Rasmussen Weihe (2005), HS – 6 luttøkur
- Oddvaldur Leivsson (2008), HS – 3 luttøkur
Har eru so summi sum kanska burdu verið nevnd afturat, tí at tey svumu taktiskt í innleiðandi ella ‘sikrum’ finalum, fyri so at vera flúgvandi tá ið tey veruliga royndu.
Men hasir tríggir spardu seg so ongantíð 🙂
Nú er tað av góðum grundum oftast teir ungu svimjararnir sum betra seg – Men stuttligt at síggja eisini hesi bæði hava betrað seg í onkrum, hóast tey eru fullvaksin í svimjihøpi, og hava verið burturi frá eisini í nøkur ár.
- Jóhanna Egholm (1996), FS – 29.57 og bronsu í 50 frí (besta tíð var 30.35 frá 2010), 32.79 og bronsu í 50 rygg (besta tíð var 34.32 frá 2010), 1.12.30 og bronsu í 100 rygg (besta tíð var 1:14.87 frá 2010)
- Jón Hofgaard (1992), SuSvim – 2:37.68 og gull í 200 bringu (besta tíð var 2:39.42 frá 2009)
Har eru óivað onnur áhugaverd úrslit eisini, so sum ársins hæddarleypari í stigum yvirhøvur, ella størsta betring um vit leggja allar betringarnar í FINA-stigum saman.
Og so eitt síðsta – Hóast at vit hava mist nakrar svimjarar, serliga av teimum eldru, og hóast tað kann hugsast at onkur afturat er fallin frá, nú FM/JM lá so mikið seint, so eru tey faktiskt 59 sum kappaðust hetta vikuskiftið, um vit telja NMU og EJM við.
Í fjør vóru tey 60 og fyrraárið 58, sí líknandi uppgerð aftaná FM/JM 2020
So vit halda stand, og koma vónandi sterkari aftur, næsta ár.
Við svimjikvøðu
Rókur