Russiska tíðindastovan TASS skrivar her, at 18-ára gamli Ilya Borodin hevur fingið staðfest korona, og at hann tí ikki fer at kunna luttaka á Olympisku Leikum í Tokyo. Borodin vann gull í 400 blandað á Evropameistarastevnuni í Budapest í mai, við nýggjum juniorheimsmeti sum samstundis var nýtt russiskt met.
Onkur minnist kanska Borodin serliga frá hesari søguni, har víst verður á serliga beinsparkið hjá honum í crawl-partinum av hesum 400 blandað, tá ið hann andar, tí at tað meira líkist einum firvaldasparki enn einum vanligum crawl-sparki.