SwimSwam skrivar her um eitt korona-forskrekkilsi sum litavar fingu, tá ið ein íðkari hjá teimum varð staðfestur at vera smittaður við korona, við komu til undanleguna í Japan, nú uppundir OL í Tokyo.
Keldan nevnir ikki navn, men sigur at talan var um ein mann í 30-unum, sum so aftur bara passar við Giedrius Titenis, ið millum annað hevur vunnið EM-silvur í 50 metra bringusvimjing.
Tíbetur hava eftirfylgjandi testir verið negativar, soleiðis at viðkomandi – allarhelst Titenis – sleppur at luttaka sum hini, har í Tokyo.