Tað heldur áfram at vera spennandi at fylgja við kappsvimjingini á Olympisku Leikum í Tokyo – um enn eisini eitt sindur pínufult, um tú hevur tað við at halda við teimum forsvarandi meistarunum.
Bretsku Tom Dean og Duncan Scott tóku ávíkavist gull og silvur í 200 frí, har Scott nokk var favoritturin, men har Dean eigur samhugan, við tað at hann seinasta árið hevur drigist heilar tvær ferðir við korona.
Avstralska Kaylee McKeown vann gull í 100 rygg, sum væl var væntandi við tað at hon eigur heimsmetið á 57.45 frá avstralsku OL-úttøkustevnuni í juni mánaða; men har hon tó skuldi kappast við sterkar svimjarar sum Kylie Masse og Regan Smith.
Russisku Evgeny Rylov og Kliment Kolesnikov tóku ávíkavist gull og silvur í 100 rygg, í harðari kapping við amerikanska Ryan Murphy, ið var forsvarandi meistari frá tá ið hann setti heimsmet á OL í Rio.
Amerikanska Lydia Jacoby tók gullið í 100 bringu, við á síðstu metrunum at yvirhála Tatjanu Schoenmaker og Lilly King. Jacoby er fyrsti OL-svimjarin nakrantíð úr Alaska, og neyðturviliga tí eisini fyrsti OL-meistarin í svimjing haðani.
Og so fingu vit eitt sindur av undirhaldi eisini, tá ið suðurafrikanski Chad le Clos svam ‘hol í høvdið’ í hálvfinaluni í 200 firvald, væl undir splitt-tíð 52.68 til at seta heimsmet, fyri síðani at doyggja við 62.38 teir seinastu 100.
Chad le Clos hevur virkað eitt sindur tungur, í hálvfinalu við veikastu tíð av øllum, við góðum møguleika fyri at ikki at koma víðari til finaluna. Men, hann kláraði akkurát at vinna sína hálvfinalu við hasari svimjingini, og er víðari við triðbestu tíð.