Mynstrið endurtekur seg á Olympisku Leikum í Tokyo, at nýggju stjørnurnar halda áfram at vera góð, meðan fleiri av teimum forsvarandi OL-meistarunum fullu.
Avstralska Ariarne Titmus vann gull í 200 frí, omaná sítt gull í 400 frí, og aftur við at vinna á forsvarandi meistaran Katie Ledecky úr USA.
Ungarski Kristof Milak tók yvirbevísandi gullið í 200 firvald, við stórum olympiskum meti, væl skjótari enn tá ið Michael Phelps vann í Rio í 2016.
Japanska Yui Ohashi vann gull eisini í 200 blandað, afturat at hava vunnið 400 blandað, meðan forsvarandi meistarin í báðum, Katinka Hosszu, einki fekk.
Amerikanska Katie Ledecky vardi sítt gull í 1500 frí frá OL í Rio í 2016, nøkulunda yvirbevísandi, um enn hinar vóru 2-4 sekund aftanfyri, so gott sum allan vegin.
Stórabretland vann gull í 4×200 frí fyri menn, sum var hitt fyrsta til Bretland síðani 1908, meðan USA ið vunnu í 2004, 2008, 2012 og 2016, einki heiðursmerki fingu.