Tað var við áhugaverdum taktikkum, at heiðursmerkini vóru avgjørd á OL í kappsvimjing í nátt, tó so at tey endaðu við at fara til ‘supermaktirnar’ innan svimjing, USA, Avstralia og Kina.
Amerikanski Robert Finke vann 800 frí við einum øgiligum spurti á 54,98 sekund teir seinastu 100 metrarnar, har italski Gregorio Paltrinieri annars hevði ført allan vegin við 55.15 sekund teir fyrstu 100, til at taka silvurið.
Kinesiska Yufei Zhang tók gullið í 200 firvald við einum hørðum útleggi á 58.29 sekund teir fyrstu 100, har amerikansku Regan Smith og Hali Flickinger so komu sterkt aftur til silvur og bronsu.
Amerikanski Caeleb Dressel vann 100 frí við nógv betri starti enn hinir svimjararnir, har hann so varð pressaður ímóti endanum, og tá skifti til at svimja við høgum frekvensi og ongari anding. Meira ella minni vunnið við fyrstu og síðstu 15m.
Kina tók gullið við nýggjum heimsmeti á 7:40.33 í 200 frí, frammanfyri USA við nýggjum amerikanskum meti á 7:40.73, og Avstralia við nýggjum oseaniskum meti á 7:41.29, øll trý lið undir nú farna heimsmetið hjá Avstralia á 7:41.50 frá HM í 2019.