Ein skjót viðmerking frá mær, til hesa greinina í Skúlablaðnum, “At læra at svimja á sjónum kann forða druknivanlukkum“, upprunaliga úr norska “Å lære svømming utendørs kan hindre drukning“
Tað er púra rætt, at vit eiga eisini at læra at svimja á sjónum, til at vera nóg trygg har, og kanska framum alt til at hava virðing fyri sjónum. Hetta er nakað sum flest øll vita og læra, ið hava við lívbjarging í svimjing at gera.
Men, ífall at nakar ivast, so mugu vit jú byrja onkunstaðni. Eg hava ongar royndir við at loypa út í fallskíggja, men eri rímiliga yvirbevístur um, at tey enn læra tað mest grunnleggjandi á landjørðini, áðrenn tey leypa úr flúgvaranum.
Norðurlendska allýsingin av svimjiførleika krevur, at tú kanst svimja 200 metrar uttan íhald – har orsøkin til at tað eru heilir 200 metrar, kanska serliga er tí at vit tá vurdera, at tú tá vónandi kanst klára ein væl stytri tein á sjónum.
Og ætlar tú tær á sjógv at svimja, so má tað vera undir skipaðum umstøðum, sum er ein hin fremsta orsøkin til at vit ikki hava so nógva sjósvimjing á skránni í Svimjisambandi Føroya. Tað má vera trygt, og er altso vandamiklari.
Vit eiga at læra at svimja sjónum eisini, til millum annað at kenna til kuldan og avbjóðingar av streymi, umframt til tyngdina av kroppum, tá ið tú skalt úr aftur vatninum. Men, tað eigur at byrja við svimjiundirvísing í svimjihyli. Sjálvsagt.
Um eg kann biðja um eitt ting frá øllum sum fara at svimja, á sjónum ella í svimjihyli, so vælsignaði farið ongantíð einsamøll – og umhugsið um ein at tykkum er so mikið tryggur, at tað fer at bera til at tilkalla hjálp.
Rókur